Málslig ráðgeving

Upprunin til orðið 'fílur'

Upprunin til orðið 'fílur'

Tá ið víkingarnir fóru herferðir suður í Miðjarðarhavið, løgdu teir at í Norðurafrika. Har sóu teir fyri fyrstu ferð hesar húðartjúkku risarnar. Arabarar kallaðu tað ‘فيل ’ /fil/, og soleiðis kom tað eisini at eita á norrønum. Íslendingar siga enn ‘fíll’.

Orðið ‘elefantur’ man hava trokað orðið ‘fílur’ úr føroyskum fyri langari tíð síðan. Tá ið Mikkjal á Ryggi í 1935 gav út føroysku skúlabókina “Dýralæra”, fekk heimsins størsta landdýr aftur upprunaheitið ‘fílur’ – og soleiðis munnu flest føroysk skúlabørn siga í dag.

Kelda: J.H.W. Poulsen. Mál í mæti. 2004.