Málslig ráðgeving

Upprunin til danska orðið 'tjald'

Upprunin til danska orðið 'tjald'

Listin er langur við donskum tøkuorðum í føroyskum. Munnu føroysk orð eisini sníkja seg inn í danskt? Eitt dømi finst í hvussu so er. Tað sigst, at danska 'tjald', sum er slang fyri hassj, stavar frá føroyska 'tjaldur'. Tjaldur var navnið á ferðamannaskipi, sum sigldi millum Føroya og Danmark í fimmti- og sekstiárunum. Har ið skipið lá við kai í Keypmannahavn, fór keyp og søla fram av hassji, og sølumenninir nýttu koduorðið 'tjald' fyri sínar "vørur". Orðið kom eisini í norskt: 'tjall'.

Kelda: naob.no/ordbok/tjall