Málslig ráðgeving

Stovnssamanseting

Stovnssamanseting

Tað kemur fyri, at fólk ivast í, hvussu ávís orð verða samanskrivað. Leita vit á Google eftir orðinum ‘liðugtgerð’, sum er skeivt stavað, fáa vit 1890 úrslit. Skriva vit ‘liðuggerð’, sum er rætt, fáa vit einans 749 úrslit.

Tá ið tú setur orð saman, kanst tú velja millum stovnssamanseting (t.d. neyðstøða, orðfeingi) ella hvørsfalssamanseting (t.d. neyðarróp, orðaval). Stovnssamanseting er, sum eisini liggur í orðinum, tá ið bert orðstovnurin stendur eftir, og bendingarendingin dettur burtur.

Skeivt:                                Rætt:

føroysktlærari                   føroysklærari

danskttímar                       dansktímar

liðugtgerð                          liðuggerð

hvíttvín                              hvítvín 

nýttár                                 nýggjár