Upprunin til orðið 'grussa'
Upprunin til orðið 'grussa'
Øll munnu kenna orðið ‘grussa’. Tað verður lýst soleiðis í Móðurmálsorðabókini: ilskt og bitut konufólk. Men hetta er ikki gamalt orð í føroyskum, ikki so frægt sum 100 ár. Tað stavar frá einum persóni í skaldsøguni ‘Lagnan’, sum Richard B. Thomsen gav út í 1945. Her er eitt brot úr einum ummæli eftir Rikard Long av skaldsøguni:
“Ikki má gloymast Grussa, konubrotið, systir Hermann á Nesi, sum hann í havisjúku sínari hevur farið so hart fram ímóti, at hon er vorðin beisk og lívshatandi og hevur fjalt seg frá verðini á teim neyðar teigum, bróðirin hevur latið hana sita eftir við, men sum vísir seg ikki bert at vera eitt dugnafólk, men eisini eitt dygdarfólk, sum fjalir eitt eymt og fyrigevandi hjarta undir harðskaps hami.”
Ummælið stóð at lesa t. 31. des. 1945 í ‘Tímanum’, ið Havnar Framburðsfelag gav út.