Málslig ráðgeving

Ársins orð 2024 - Langtíðarhaldføri

LANGTÍÐARHALDFØRI ÁRSINS ORÐ

'Langtíðarhaldføri' er valt at vera ársins orð í 2024. Hetta búskaparorðið hevur verið nógv frammi í politisku viðgerðini av almenna búskapinum.


'Haldføri' verður annars knýtt at matvøru, um hvussu skjótt hon spillist.


Ógreitt er, nær 'haldføri' fyrstu ferð er brúkt sum navnorð, men vit vita frá seðlasavni Setursins, at orðasmiðurin Jóhan Hendrik Winter Poulsen í 1998 gjørdi lýsingarorðið 'haldførur' til MBM, tá tað fór at pakka haldføra mjólk. Á donsku mjólkarpakkunum stóð 'longlife'.


Vit vita ikki, hvørja leið málið fer, hvørji orð tað 'loysir seg' at smíða, men hetta vísir okkum so enn eina ferð, at tað er gagnligt, at vinna og málstovnar arbeiða saman.