Málslig ráðgeving

Upprunin til orðið 'telda'

Upprunin til orðið 'telda'

Tá ið vit tosa um orðasmíð, verður orðið ‘telda’ frá 1984 ofta tikið fram sum eitt væleydnað dømi.

Málfrøðingurin Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði gott innlit í málsøgu, tí hetta orðið hevur hann gjørt eftir túsund ára gomlum orðmyndanarreglum, sum ikki eru virknar í føroyskum í dag. ‘Computer’ stavar frá lat. ‘computare’, sum merkir at rokna. So tá ið Jóhan Hendrik smíðaði orðið ‘telda’, tók hann støði í orðinum ‘tal’. Raðfylgjan er: tal > teld > telda.

Onnur teldorð í føroyskum:

tablet > teldil
digital > talgildur
e-mail > teldupostur
program > forrit
browser > kagi
cookies > farspor
login > innritan
@ > kurla

Keldur:
www.malrad.fo
Jeffrei Henriksen. Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar. 2010.
Jógvan í Lon Jacobsen. Føroysk purisma. 2021