Málslig ráðgeving

Benda vit eftirnøvn?

Benda vit eftirnøvn?

Vit vita, at í Føroyum benda vit nøvn. Ólavur, Ólav, Ólavi, Ólavs. Men hvussu er við eftirnøvnum? Er nøkur regla her? Um hetta er at siga, at vit benda ikki eftirnøvn. Einastu undantøkini eru tey, sum enda við -son og -dóttir, kallað faðirs- og móðurnøvn. Hesi hava verið bend frá gamlari tíð og eiga framvegis at verða tað.

Hesa verða bend:

Sigrunarson          -son, -son, -syni, -sonar

Ólavsdóttir            -dóttir, -dóttur, -dóttur, -dóttur

 

Hesa verða ikki bend:

Petersen               Eftirnøvn við -sen

Svabo                   Ættarnøvn

Miðberg                Staðarnøvn

Trump                   Fremmand eftirnøvn