Málslig ráðgeving

Upprunin til orðið 'dymbildagavika'

Upprunin til orðið 'dymbildagavika'

14.04.2025

Hesa viku fyri páskir nevna mong “stillu viku”. Vit eiga tó upprunaføroyskt navn á vikuni, og tað er “dymbildagavika”. Vit kunnu lættliga lesa okkum fram til, hvat stilla vika merkir – men dymbildagavika? Hvat er ein dymbil?

Stongin inni í kirkjuklokkuni (t.e. kúlvurin) var vanliga úr jarni, men í vikuni fyri páskir varð kúlvurin vavdur í klæði ella skiftur út við trækúlv, so at klokkan ikki ringdi eins hart. Hesin kúlvur var nevndur “dymbil“; avleitt av lýsingarorðinum ‘dumbur’, sum merkir málleysur. So í grundini merkja nøvnini fyri hesa viku júst tað sama: at tað skal vera kvirt. Í skjótari talu verður vikan úttalað “dimmildavika“ ella “dimmaldavika“.

Kelda:
Jóhan Hendrik W. Poulsen. Orðabókin. 2009.