Upprunin til orðið 'undirhús'
Upprunin til orðið 'undirhús'
Í nógvum bygdum og býum í landinum eru undirhús. Her koma eldri menn saman at tosa um veður og vind, spæla sjavs og prika hvønnannan. Tað er skjótt at hugsa, at upprunin til 'undirhús' sigur seg sjálvt – tí nógvastaðni eru undirhúsini í neðra. Men so er ikki. Orðið hevur helst sín uppruna í bretska tinginum. Har er tingið skipað í tvær deildir, sum eita 'lower house' og 'upper house'. Tað er í undirhúsinum (sum er føroyska týðingin av 'lower house'), at tey fólkavaldu sita og kjakast og taka avgerðir.
Helst hevur onkur føroyingur hildið tað verið stuttligt at samanborið hesi tilhaldsrúm við enska undirhúsið. Tað eru jú teir stóru spurningarnir, sum verða viðgjørdir – og allir hava teir talurætt, tá ið ymisku málini eru til viðgerðar.
Kelda: Jógvan í Lon Jacobsen. Málmaðurin í útvarpinum 3. 2014