Lond og tjóðir
Hvørjum spæla vit ímóti?
07.05.2025
Koyrið á, Føroyar!
Spennandi verður í Kosovo, nú ið A-landsliðið hjá monnum er eitt stig frá EM-endaspælinum í 2026.
Málráðið hevur nýliga dagført orðalistan við londum og tjóðum. Soleiðis umrøða vit fólk úr Kosovo:
– Kosovar (ella kosovobúgvar) taka ímóti føroyingum 8. mai.
– Kosovski venjarin stúrir fyri tapi.
Her er orðalistin.