Kom 'inn' ella koma 'innar'?
Kom 'inn' ella kom 'innar'
Ofta sæst, at fyritøkur skriva “kom ‘innar’ í handilin”, hóast at tey meina “kom ‘inn’ í handilin”. Hjáorðið ‘innar’ er miðstig av ‘inn’ og merkir sostatt ‘longri inn’. Vit bjóða fólki ‘innar’ í stovuna, um tey standa í durinum, men ikki um tey eru stødd úti í túninum. Tá verða tey boðin ‘inn’ ella ‘innum’.
Sama er galdandi øvutan veg. – Eru vit í stovuni, fara vit ‘uttar’ í gongina og haðan ‘út’ í tún ella bara ‘útum’.