Upprunin til orðið 'fjós'
Upprunin til orðið 'fjós'
Vanligt er í øllum málum, at so hvørt orð verða stytt, verður upprunamerkingin kámað. Mikudagur æt einaferð mið-viku-dagur, altso dagurin mitt í vikuni. Seinni liður ‘dagur’ er enn hin sami, so her er merkingin ikki kámari enn so. Við summum orðum er tó verri at gita seg fram til upprunan. Eitt nú orðið 'fjós'. – Hetta stutta, snøgga orðið æt eisini soleiðis á norrønum og er í minsta lagi túsund ár. Íslendingar siga enn ‘fjós’ og norðmenn ‘fjos/fjøs’. Fara vit tó heilt aftur í fornnorrønt, er merkingin púra greið, tí tá æt tað “féhús” – t.e. fæhús, húsið har ið fæið (húsdýrið) helt til.
Kelda: Jeffrei Henriksen. Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar. 2010.