Upprunin til orðið 'lámur'
Eini 90 % av øllum fólkum í heiminum eru høgrhent. Hini 10 % nýta vinstru hond, og hóast nógvar gitingar um, hví so er, eru vísindafólk enn ikki komin til nakra felags frágreiðing.
Men nú er tað føroyska orðið 'lámur'. Hvat er hetta fyri orð? Norðmenn og danir hava ongantíð kenst við tað. Tað stavar frá grannunum í suðri: frá skotskgæliskum 'làmh', ið har merkir hond. Í mið- og seinmiðøld var eisini nógv samband millum okkum oyggjafólk í Norðuratlantshavi, og fyri 500 árum síðan søgdu íslendingar eisini 'lámur'. Hetlendingar og orknoyingar søgdu eisini soleiðis, áðrenn teir fóru at tosa enskt.
Vit kunnu skoyta uppí, at meðan móðurmálsorðabókin bert hevur navnorðið 'lámur' – hon er lámur – varð avgerð tikin í Málráðnum um, at tað eisini kann brúkast sum lýsingarorð: hon er lám.
Kelda:
Chr. Matras. Làmh chearr í føroyskum máli. Fróðskaparrit 3. 1954.