Málslig ráðgeving

Upprunin til orðini 'omma' og 'abbi'

Upprunin til orðini 'omma' og 'abbi'

'Omma' og 'abbi' eru tvey tey heimligastu orðini í okkara orðfeingi. Áðrenn vit kenna nakað til setningsbygnað, ja, ofta áðrenn vit duga at ganga, vita vit, hvat ið 'omma' og 'abbi' merkja.

Orðið 'abbi' er serføroyskt og verður ikki nýtt aðrastaðni. Í gomlum døgum søgdu vit 'avi' og eisini 'langavi'. Íslendingar siga enn 'avi'. Rótin í orðinum merkir 'elli' ella 'gamal'.

Orðið 'omma' er yngri formur av orðinum 'amma', sum tey enn siga í Íslandi. Íslendingar benda orðið, og fær tað o í hvønn- og hvørjumfalli eins og fólkanavnið Anna. Í føroyskum er formurin 'omma' helst komin, tí at o-formurin verður brúktur oftari enn a-formurin – sum síðan hvørvur.

Kelda: Jógvan í Lon Jacobsen. Málmaðurin í útvarpinum 3. 2014.