Upprunin til orðið 'jákupsskel'
Upprunin til orðið 'jákupsskel'
Jákupsskel er góður matur. Men Jákup – hvør var hann? Og hví hava vit uppkallað eina skel eftir honum? Navnið er gamalt í føroyskum og hevur eina stuttliga søgu. Tað er komið uttaneftir – heilt suðuri úr Spania. Jákupsskelin eitur eftir ápostlinum, og teir pílagrímar, sum vitjaðu grøv hansara í Galisia í Norðurspania, høvdu ofta eina jákupsskel við sær at drekka úr. Tí er navnið knýtt at hesi skel. Dagurin í dag eitur annars Jákupsdagur, og er dagurin uppkallaður eftir hesum sama ápostli.
Kelda: Jóhan Hendrik W. Poulsen. Orðabókin. 2009.