Upprunin til navnið 'Hósvík'
Upprunin til navnið 'Hósvík'
Nú munnu hósvíkingar gleða seg til regatta, sum verður um vikuskiftið. Hósvík er elligomul bygd, ein hin elsta í landinum. Fara vit nóg langt aftur í tíð, so æt bygdin ikki Hósvík, men Þórsvík. Fyrri liður í Hósvík stavar sostatt frá mansnavninum Þór (> Tór).
Hendan fremmanda ljóðeindin þ [th] er ikki til í føroyskum í dag, men fór í tvey longu í 1400-talinum og varð annaðhvørt til t ella h. Meðan íslendingar enn siga ‘það’ og ‘þetta’, siga føroyingar ‘tað’ og ‘hetta’. Samanber fimta dag í vikuni: suðuroyingar siga ‘tórsdagur’, og aðrir føroyingar ‘hósdagur’. So er spurningurin: kundi Hósvík itið Tórsvík? – Og høvuðsstaðurin itið … Hóshavn?