Upprunin til orðið 'postsmoga'
Upprunin til orðið 'postsmoga'
Hvat í verðini er ein postmoga, spyrja tit?
Einki sum helst. Orðið finst ikki. Men leita tit eftir orðinum á Google, fáa tit kortini 3.510 leitúrslit (august 2025).
Hetta er helst ein villa frá aldarskiftinum, sum onkur forritari av óvart hevur tøppað skeivt, tá ið hann hevur ment eina heimasíðu – og so hevur orðið breitt seg. Rætta orðið er sjálvandi postsmoga, sum er týðing av da. ‘postboks’. Orðið ‘smoga’ merkir ‘trongt op’.
3.510 leitúrslit er ikki lítið. Hetta dømið (tó at tað er eitt sindur óskyldigt) vísir, hvussu stóra ávirkan teldutøknin kann hava á málið.
Tit kunnu til stuttleika fara og vita, hvat ið stendur niðast á heimasíðuni hjá tykkara arbeiðsplássi.