Málslig ráðgeving

Upprunin til orðið 'tvætl'

Upprunin til orðið 'tvætl'

“Tvætlar tú?”

Næstu ferð, tú hoyrir onkran siga: "Nei, tvætl!", so hoyrir tú kanska eitt tað elsta enska lánorðið í føroyskum. Orðið 'tvætl' stavar helst frá enskum og er møguliga lánorð frá 1500-talinum. Tá vóru bæði William Shakespeare og Magnus Heinason á lívi. Orðið er eisini at finna í orðabókini hjá Jens Christian Svabo (1746-1824).

Tað finst tó ikki í nøkrum øðrum norðurlendskum orðabókum, heldur ikki norrønari orðabók. Tað er sannlíkt grundað á fornenska 'twattle', ið merkir "høpisleyst ella týdningarleyst prát". Í dag eru fáir eingilskmenn, sum kennast við orðið, men í Føroyum livir tað sítt fagra lív millum allar aldursbólkar.

Kelda:
Tórður Jóansson. Ensk lánorð í føroyskum. 1998