Upprunin til orðini 'halló' og 'beibei'
Upprunin til orðini 'halló' og 'beibei'
Um tveir føroyingar komu í prát fyri hundrað árum síðan, hevði samrøðan ikki byrjað við 'halló' og endað við 'beibei', tí hesi orðini vóru ikki í málinum tá. Tey eru nýkomin lánorð, sum vit fingu tíðliga í farnu øld.
Í 1940 vóru 6.000 bretskir hermenn sendir til Føroya. Tá ið tíðini vóru vit bert 30.000 føroyingar, og tí er einki at siga til, at risastóra talið av ensktmæltum fólki hevur rinið við okkara móðurmál. Orðini 'beibei' av 'bye-bye', 'ókey' av 'OK' og eisini klaksvíksorðið 'vell' av 'well' komu øll í føroyskt um hetta mundið.
Orðið 'halló' er kanska eldri: komið úr donskum í sniðinum ‘hallo’ sum svar til telefonkall, og er tað so javngamalt við telefonina, ið kom í 1905 – men sjálv heilsanin ‘halló’ mundi koma út millum fólk við hermonnunum.
Vit kunnu skoyta uppí, at orðið ‘beibei’ partvíst trokaði orðið ‘adjø’ úr føroyskum, sum annars hevur verið vanlig heilsan millum føroyingar líka síðan miðøld – úr fronskum ‘adieu’ umvegis danskt.
Keldur:
Jóhan Hendrik W. Poulsen. Orðabókin. 2009.
Tórður Jóansson. Ensk lánorð í føroyskum. 1998.