Málslig ráðgeving

Føroysk og skotskgælisk fuglanøvn

Upprunin til skotskgæliska fuglanavnið sùlaire

02.10.2025

Í dag, 2. oktober, er dagurin, tá ið súlan fer frá landi. Nú leitar hon sær suður í heitari lond. Á leiðini suðureftir steðgar hon helst á í Hebridunum og í Skotlandi. Har er líka heimligt sum í Mykineshólmi: sama veður, sama náttúra, sama blýgráa hav. – Og eisini verður hon rópt við sama navni: ‘sùlaire’ eitur hon á skotskgæliskum.

Inn í føroyskt eru mong lánorð komin úr keltiskum: eitt nú ‘tarvur’ (tarbh), ‘dunna’ (tunnag), ‘lámur’ (làmh). Men orðini ferðast eisini øvutan veg. Norrøn ávirkan sæst eitt nú aftur í skotskgæliskum fuglanøvnum. Samanberið føroysku og skotskgælisku fuglanøvnini niðanfyri:

álka : alc
rókur : ròcais
skarvur : sgarbh
svartbakur : arspag
lomvigi : làmhaidh
súla : sùlaire

Kelda:
Henderson, George. The Norse Influence on Celtic Scotland. 1912