Málslig ráðgeving

Teirra ella sínum?

Teirra ella sínum?

Tað er gott at duga reglurnar við ‘sínum’ og ‘teirra’, tí har er merkingarmunur:


– Tey hjálptu sínum børnum. Merking: Tey eiga børnini sjálv.

– Tey hjálptu teirra børnum. Merking: Onnur eiga børnini.


Í føroyskum er bland komið í, har ið vit siga ‘teirra’, tá ið vit í grundini meina ‘sínum’. Hetta er ávirkan úr enskum, har ið tað bert finst ein møguleiki: They helped their kids. – Men vansin í ensku orðingini er, at tá vita vit ikki, hvør ið eigur børnini.


Her er tummilsreglan: Vit nýta ‘sínum’, tá ið víst verður aftur til ‘tey’, sum er grundliður, og ‘teirra’, tá ið víst verður til onkran annan