Málslig ráðgeving

Standið saman, bygdarfrell!

“Standið saman, bygdarfrell!”

Soleiðis sang Jóan Jakku Guttesen sáli í sanginum ‘Bygdarfrell’. Tit vita øll, hvat ið eitt bygdarfrell er. Men vita tit, hvaðan orðið stavar?

Orðið gongur heilt aftur í latínska ‘fragili’, men eingi orð við tílíkum sniði og somu merking eru at finna í øðrum norðurlendskum málum enn føroyskum. Orðið ‘frell’ hevur helst sama uppruna sum enska ‘frail’, sum merkir veikur, ússaligur.

Tá ið orðið kom í føroyskt, sannlíkt millum ár 1600 og 1800, kom tað úr miðenskum: ‘frele’ ella ‘freel’. Vit hava síðan lagað tað til føroyskt við stuttum e. Um orðið kom úr nútímans enskum ‘frail’, var framburðurin heldur ‘freyl’ [frɛil].

Annars verður tiltakið Heystfagnaður norðuri á Eiði um vikuskiftið. Fyriskipararnir lýsa tað sum “Føroya bygdasligasta tiltak”. Har munnu mong bygdarfrell koma saman.

Kelda:
Tórður Jóansson. Ensk lánorð í føroyskum. 1998