Málslig ráðgeving

Upprunin til navnið París

Eitur býurin 'Paris' ella 'París'?

Hesin tekstur snýr seg minni um upprunan til navnið á franska høvuðsstaðnum, men meira um úttalu: Eitur býurin ‘Paris’ ella ‘París’?

Úttala við er eldri, meðan úttala við <í> er lesiframburður. Tað ber illa til at tosa um “rætt” og “skeivt” í hesum føri, tí tað eru so mong, ið siga ‘París’ nú á døgum.

Lesiframburður kann tó skeikla málið, og her eru fýra dømi:

– hoygarður. Gomul úttala: hoggarður
– handlar (fleirtal). Gomul úttala: hannlar
– elektrisitet. Gomul úttala: lekstet
– Vestmanna. Gomul úttala: Vessmanna

Orsøkin til lesiframburð er helst, at fólk eru farin at samskifta minni í talu og meira á skrift. Tá ið vit so læra nýggj orð – við eygunum heldur enn oyrunum – fáa vit eina úttalu, ið ikki samsvarar við føroysku málreglurnar.

Annars stavar navnið París frá keltiska ættarbólkinum parisii, ið búði har fram til rómverjatíðina.

Kelda: www.etymonline.com/word/paris