Málslig ráðgeving

Christian Matras

Christian Matras

07.12.2025

Í dag eru 125 ár síðan Christian Matras varð borin í heim. Tað er trupult at lýsa Christian í einum orði. Ikki bert tí at hann fekst við so nógv – yrkingar, málfrøði, orðabøkur – men tí at hann meistraði allar greinarnar. Her koma nøkur orð um mentamannin á føðingardegi hansara:


1900

Fyrstu barnaárini gekk Christian í skúla á Viðareiði. Tá var einki fak, sum æt føroyskt. Alt var danskt. Ein dagin heima við hús kom hann fram á eina bók, sum endavendi øllum. Har á borðinum lá ‘Bíbilsøga’ eftir Jógvan Poulsen (1900). Nú kyknaði okkurt í dreinginum, tí bókin var skrivað á føroyskum. Hetta var fyrstu ferð, at hann las á sínum egna máli. Christian skal seinni hava sagt, at henda bók – ikki innihaldið, men sjálvur málbúnin – var tann týdningarmesta á hansara yrkisleið.


1912


Christian fór til Havnar í realskúla. Longu tá hevði hann tikið greiða støðu í málspurninginum, og tað sigst, at floksfelagarnir róptu viðingin “Christian føroyska”. Í flokkinum gingu eisini William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, og hesir tríggir skiftu javnan orð um skaldskap, mentan, átrúnað og politikk.


1921


Í fyrsta Varðanum stigu tveir ungir yrkjarar fram, og fingu teir báðir stóra ávirkan á eftirtíðina: annar syðst úr Føroyum: ein 22 ára gamal sumbingur – er hann nevndur, er hann kendur – og hin norðast: 20 ára gamli “Kristian” Matras av Viðareiði.


Fimm ár seinni letur Christian fyrsta yrkingasavnið ‘Grátt, kátt og hátt’ av hondum og í 1933 yrkingasavnið ‘Heimur og heima’. Úr hesum seinna savni kenna flestu okkara tvær yrkingar, sum ofta verða sungnar á ólavsøku: ‘Nú nemur náttin við smærur’ og ‘Einki er sum summarkvøld við strendur’.


1928


Málfrøðin fyllir alsamt meira. Christian verður magistari í norrønari málfrøði í 1928, og sama árið geva hann og M.A. Jacobsen út orðabókina ‘Føroysk-donsk orðabók’. Henda orðabók var í eitt mannaminni eitt høvuðsverk av sínum slag.


1936


Verður lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í 1952 professari. Meðan hann búði niðri, granskaði hann og skrivaði nógvar týðandi greinar og bøkur. Eisini fór hann at skriva orðseðlar, sum seinni vórðu hornasteinurin í føroyskari leksikografi. Hetta orðasavnið er skjalgoymt á Føroyamálsdeildini og fevnir um 500.000 seðlar. Av teimum hevur Christian skrivað helvtina.


1965


Flytur heim aftur til Føroya. Fróðskaparsetur Føroya er sett á stovn, og Christian verður fyrsti – og leingi tann einasti – professarin á setrinum. Ein busta, ella bringumynd, av honum stendur í durinum á Føroyamálsdeildini og tekur ímóti føroysklesandi hvønn morgun.


1970’ini


Á gamalsaldri síggja vit eina nýggja síðu av Christiani sum yrkjara. Út koma tvey nýggj yrkingasøvn: ‘Á Hellu eg stóð’ (1972) og ‘Úr sjón og minni’ (1978). Hetta seinna savnið stendur eftir sum eitt slóðbrótandi verk í føroyskari bókmentasøgu. Hetta eru berar løtumyndir við einstøkum setningum – allar yrkingarnar uttan heiti. Formurin er at síggja til einfaldur, men innihaldsliga hava yrkingarnar so ríkar myndberingar, at savnið varð útselt – og endurprentað – sama árið. Yrkjarin øtaðist við og skrivaði til ein ummælara: “Løgið við hasum lítla savni […] einki, sum eg havi latið komið á prent, hevur fingið so positiva umrøðu. Eg eri bilsin.”


1980


Fekk virðisløn M.A. Jacobsens í 1980. Í grundgevingini stóð m.a., at “tær stuttu, drúgvu yrkingarnar, sum hann hevur givið okkum tey seinastu árini, og sum eins og døggdropin spegla eina sjón ella eina lívsroynd, bera boð um eini sjáldsom evni til altíð at møta heiminum við ungum eygum og reinum huga.”


1988


Christian Matras andaðist í 1988. Tað er ikki nemt at seta orð á, hvussu stóran týdning arvur hansara hevur havt fyri næstu ættarliðini: eitt fróðskaparsetur, orðabøkur, tíðarrit og greinar, yrkingasøvn – og ikki minst eina rúgvu av nýggjum føroyskum orðum. Her at enda eru nøkur teirra, sum hann hevur ríkað okkum við:


• skilmarking ’definition‘
• gagnnýta ’udnytte‘
• yrkisgagn ’organ‘
• sannkenning ’erkendelse‘
• nýggjyrði ’neologisma‘


Listin er tó nógv longri. 


Keldur:
Anne-Kari Skarðhamar. Christian Matras Yrkingar. 2004.
J.H.W. Poulsen. Hugleiðingar um málrøktarmannin Chr. Matras. Málting 1. 1991.
Jeffrei Henriksen. Málsligar rannsóknir, greinar og hugleiðingar. 2010.