Uppskot um nýggj orð
Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er at smíða nýggj orð, til tess at føroyskt virkar á jøvnum føti við onnur mál á øllum virkisøkjum. Í leititeiginum omanfyri kanst tú leita upp donsk ella ensk orð og síggja, hvussu hesi verða týdd til føroyskt.
Um nýggjorðalistan
Frágreiðing
Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er at smíða nýggj orð, til tess at føroyskt virkar á jøvnum føti við onnur mál á øllum virkisøkjum. Í leititeiginum omanfyri kanst tú leita upp donsk ella ensk orð og síggja, hvussu hesi verða týdd til føroyskt.
Flestu orðini á hesum listunum eru tílík, sum vit eftir áheitan hava skotið upp í staðin fyri útlendsk. Men nógv eru eisini ímillum, sum fólk hava boðað okkum frá, ella sum vit hava frætt um á annan hátt. Øll orðini eru í roynd og veru ikki nýggj. Eitt nú er øki ikki nýtt orð í føroyskum, men sum týðing av domain í sambandi við teldumál er tað nýtt.
Fyrri listin er skipaður við donskum og enskum leitorðum og føroyskum týðingum, og í seinna listanum eru leitorðini føroysk og týðingarnar útlendskar.
Orðaflokkur er tilskilaður við leitorðini. Við føroysku navnorðini er kyn tilskilað. Við summi orð er nýtsluøki nevnt, og við hvørt verður víst til samsvarandi orð í øðrum málum. Stundum er "leitorðið" fleiri orð, serliga lýsingarorð + navnorð, t.d financial controller. Tá er høvuðsorðið – navnorðið – tilskilað.
Styttingar
| Mállæruheiti | Mál | Nýtsluøki |
|
flt fleirtal |
da. danskt | (alisfr) alisfrøði |
| fs fyriseting | en.enskt | (átr) átrúnaður |
| h hvørkikyn | fr. franskt | (bókm) bókmentir |
| k kallkyn | ísl. íslendskt | (bún) búnaður |
| kv kvennkyn | lat. latín | (búsk) búskaparfrøði |
| l lýsingarorð | no. norskt | (byggil) byggilist |
| n navnorð | norr. norrønt | (djfr) djórafrøði |
| s sagnorð | sp. spanskt | (evnafr) evnafrøði |
| tát tátíð | sv. svenskt | (fisk) fiskifrøði |
| tý. týskt | (fugl) fuglafrøði | |
| (handarb) handarbeiði | ||
| (heifr) heilsufrøði | ||
| (heimsp) heimspeki | ||
| (ítr) ítróttur | ||
| (jarðfr) jarðfrøði | ||
| (landfr) landafrøði | ||
| (lívfr) lívfrøði | ||
| (lækn) læknafrøði | ||
| (løgfr) løgfrøði | ||
| (málfr) málfrøði | ||
| (ným) nýmerking, um orð ið hevur fingið nýggja merking (umframt eldru merkingina/merkingarnar) | ||
| (olj) oljuorð | ||
| (plfr) plantufrøði | ||
| (ravm) ravmagn | ||
| (samfr) samfelagsfrøði | ||
| (sálfr) sálarfrøði | ||
| (skúl) skúlamál | ||
| (stjfr) stjørnufrøði | ||
| (stjm) stjónmál | ||
| (støddfr) støddfrøði | ||
| (teld) teldufrøði | ||
| (tónl) tónleikur | ||
| (trygg) trygging | ||
| (veðurfr) veðurfrøði | ||
| (vistfr) vistfrøði |