Nr. 46, 1997, 11. árg.
Nr. 46, 1997, 11. árg.
VÆLKOMNIR FRÆNDUR!
Føroyska málnevndin fagnar umboðum fyri málnevndirnar í hinum Norðurlondum og býður teimum hjartaliga vælkomnum til fundar í Føroyum við vón um fródligar fyrilestrar og umrøður um evnini mál og miðlar og mál og kyn. Tað er søguligt, at fyrsti ársfundur hjá hinum nýstovnaða Málráð Norðurlanda, ið reist er á toftum Málstovu Norðurlanda, verður hildin her um somu leið. Málsamstarvið í Norðurlondum hevur staðið sína roynd í mong árini, men neyvan man tørvurin á tí nakrantíð hava verið størri enn júst nú, ið "altjóðan" og "heimskringing" eru hugtøk, ið troka javnt og samt á. Nú kann tann tykja lítil, ið fyrr var málsligt stórveldi her um vegir. Nú ræður um seming og áralag.
HEINTA - HENTA
Hetta eru tvey fullgóð føroysk orð, men tey merkja hvørt sítt. At heinta er at 'fara eftir' einumhvørjum, upprunaliga heimta, t.e. 'taka heim' el. tíl. At heinta er eisini at taka fiskiloddið nakað uppfrá, eftir at tað er komið á botn. Samsvarandi navnorð er heinti, t.d. kenna í heinta, t.e. 'kenna í somu løtu, sum heintað verður'. Annað er at henta, t.e. 'taka upp við hondini ella upp í hondina', avleitt av orðinum hond. Vit henta ber, lesull o.a. Stuttligt er, at lesullarlagdur eitur hentilaged á hetlendskum - lesa merkti upprunaliga at 'henta'! Nú vil so til, at heinta eitur hente á donskum. Hetta hevur vilt mangan til at halda, at henta er ikki nóg gott føroyskt orð, men at tað heldur eigur at vera "heinta". Í barnasøgum hoyrist ikki so sjáldan, at tey "heinta" ber, og fyri stuttum ljóðaði, at menn høvdu "heintað" mandarinir suður í londum. Av frásøgnini skiltist, at teir høvdu ikki "verið eftir" mandarinum, men teir høvdu hjálpt til at henta henda leskiliga ávøkst, t.e. taka hann niður úr trøunum.
"AT TAKA TARV"
Gitið er tað, sum maðurin segði á sinni, at nú var "at taka tarvin við hornunum, sum tað eitur á føroyskum". Tað er bara tað, at soleiðis hevur tað aldri itið á føroyskum. Hetta er einki uttan hitt danska orðafellið "at tage tyren ved hornene", ið hermt er eftir orð fyri orð. Var rætt hermt, hevði tað verið tað, tað var. Men ved samsvarar her als ikki við føroyskt við. Tú kanst taka fisk við høvdi og gørnum, men hví nevna tað, tá ið tú fyrst fert í holt við at taka ein tarv, at tú tekur hann við hornunum. Annað hevði verið løgið! Skuldu vit roynt at týtt orðafellið, var ein møguleikin kanska: At taka um hornini á tarvinum, men tað tykir heldur lofnað. Í fornum máli varð tikið til, at maður var "harður í horn at taka", og er tann myndin helst komin av tøkum við tarv.
ANNAR
Talað varð um tveir lutir. Í staðin fyri at siga annar, sum rætt er, segði maðurin "tann eini"! Deydligt.
FISKAVIRKING ER HON!
"Fiskavirking er deyðadømt," stóð einaferð at lesa við stórum støvum framman á einum av bløðunum, og í greinini inni í blaðnum, sum víst varð til, stendur, at "Fiskavirking er sloppið at standa sína roynd", og har standa eisini endurtikin orðini á framsíðuni: "Fiskavirking er deyðadømt". Hvat er tað, sum ger, at kvennkynsnavnorð kallar á lýsingarorð og -hátt í hvørkikyni? Er føroyskt um at fara í partalag við mál, har sum tað er í samljóði við mállæruna at siga eitt nú: "Sild er godt" og "Mælk er dejligt"?
HALDA Í
Tað hoyrist meir enn so sagt t.d.: "Halt í hondini á mær", "halt í bandinum", ikki bara av børnum, men eisini tilkomnum fólki. Hetta er so skeivt, sum tað fær verið. Tað rætta er: "Halt í hondina á mær", "halt í bandið. Hvønnfall og ikki hvørjumfall!
"HER Í SUMMAR"
Hetta er óføroyskt tiltikið, tó at orðini hvørt sær eru føroysk. Heldur átti at verið sagt: "Nú í summar" ella bara "í summar".
HH
Styttingarnar tróta ikki nú á døgum. Henda her omanfyri skal vist merkja 'hægri handilsprógv'. Tykir neyðugt at bera fram styttingina og ikki hitt fulla heitið, áttu fjølmiðlar at eirt fólki fyri at latið hana ljóða "hå, hå". Tíðin átti so sanniliga at verið farin frá slíkum málsligum eftirstøðum! Skal verða stytt í hesum føri, sigið so "há, há"!
GANGA Í SKÚLA
"Hvønn skúla gongur tú í?" "Eg gangi í Eysturskúlan". Hetta orðaskiftið er eftir reglunum, sum galda í føroyskum máli. Tó eru tað mong, um ikki fjøldin, ið taka hvørjumfallið fram um hvønnfallið í hesum føri. Men tað verður ikki beinari fyri tað. Tann staður ella annað, sum ein gongur regluliga "í" ella "á", stendur altíð í hvønnfalli, t.d. "ganga í kirkju", "ganga á fund". "Hvønn flokk gongur tú í?" og ikki "hvørjum flokki...". Tann, sum gongur í einum skúla, gongur um inni í skúlahúsinum, kanska innistongdur..! Tann, sum gongur í ein skúla, kemur um morgunin og fer til hús aftur eftir skúlatíð ... og hitt sama næsta dag og nógvar komandi.
STEINAST
Í einumhvørjum ófriðartíðindum varð sagt frá tveimum pørtum, sum "steinaðu eftir hvørjum øðrum". Føroyskt hevur evni til at siga hetta bæði styttri og greiðari, snøgt sagt: Teir steinaðust. Miðalsøgnin er tøk í slíkum førum, tá ið tveir partar gera tað sama hvør við annan. Teir tókust, tær deildust, tey kystust o.s.fr.
VINKONA
Her skal ikki at verða toygt á i`ið, men heldur eigur tað at vera stutt í framburði.
GERMANSKUR
Hví herma eftir útlendskum og siga [ger'ma:nskur]? Betur mundi ligið á føroyskari tungu at sagt ['gjermanskur], í kvennkyni germonsk, við herðing á oddanum.
GRAVA
Hetta hevur til fyri stuttum verið sterkt bent sagnorð: grevur, gróv, gróvu, grivið, og man vónandi enn vera so hjá meirilutanum av tjóðini. Men hin veika bendingin "gravar" og "gravaði" ger alt meira um seg. Onkur heldur tað vera spell, men kanska er tað "lívsins gongd"!
VØLLUR
Hjá summum tykist vera ivi um, hvussu hetta orð bendist í fleirtali. Onkur hoyrdist siga "vallir" í hvør- og hvønnfalli. Hetta er óbeint. Rætt er heldur at siga vøllir. "Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja", kvøða vit.
FISKIMANSSONUR
Onkur varð sagdur at vera "fiskimannasonur". Heldur enn ikki løgið, at tveir ella fleiri skuldu vera pápar. Nei, ruddiligari var at sagt fiskimanssonur, sum skilvísin sigur til.
HOYNI
Nú er í hoyna, t.e. í tíðini, tá ið hoyggjað verður. Tað at arbeiða við hoyggj eitur at vera í hoyggj. Undir mynd av manni, ið stóð og klúkaði við rívu, stóð: Maður í hoyna! Har átti heldur at staðið: Maður í hoyggj!
SAMDIR VIÐ MEG
"Teir eru allir samdir við "mær"", hevði maður fyri munni. Átti at sagt: "Teir eru samdir við meg." Eins og tað eitur at semjast við ein (og ikki "einum".)
MORREYÐAR HOSUR
Menn ganga ikki í "brúnum" hosum, tá ið teir eru í føroyskum klæðum, men morreyðum.
KVOTUSKIPAN
Kvota er veikt bent kvennkynsorð. Tí var tað líkligari at siga kvotuskipan heldur enn "kvotaskipan", ið vanliga hoyrist og sæst.
AVGAMAL
Tað er leiðiligur "lesiframburður", tá ið sagt verður [eav]gamal. Natúrligur framburður er [ag]gamal. Tað er at vera varin við samansettum orðum - sum eitt nú avreiða. Hvussu ofta hoyrist ikki toygt á fyrra lið!