Netværket for Sprognævnene i Norden (NSN)
NSN
Visjónin úr strategi hjá NSN 2025-2029:
"Netverkið fyri norðurlendsku málnevndirnar skal vera ein týðandi og sjónligur viðleikari í málsamfelagnum. Netverkið skal við samstarvi og sínámillum vitanarbýti virka fyri, at tey samfelagsberandi málini í Norðurlondum áhaldandi skulu vera fult virkisfør á øllum økjum og fyri at menningin av landanna minnilutamálum, málum hjá upprunafólki og teknmáli, verður studd og styrkt. Aftur at tí virkar netverkið fyri at styrkja tann skandinaviska málfelagsskapin."
Sprog i Norden
Sprog i Norden er eitt árligt tíðarrit við greinum, sum byggja á fyrilestrar, sum verða hildnir á norðurlendska málfundinum. Onnur norðurlendsk evni um mál umframt eitt yvirlit yvir fakligu útgávurnar hjá londunum um mál eru eisini í tíðarritinum. Síðani 2016 hava málfundir verið annaðhvørt ár, so annaðhvørt ár inniheldur tíðarritið bert eitt yvirlit yvir útgávur, sum eru útgivnar í Norðurlondum árið fyri.