Málslig ráðgeving

Finskt

Finskt


Í Finnlandi eru tvey tjóðarmál: finskt og svenskt.

Umleið seks prosent hava svenskt sum móðurmál. Tey flestu, ið tosa svenskt, búgva fram við strondini í syðra og vestara partinum av Finnlandi.

Í trimum kommunum (Korsnäs, Närpes og Larsmo) er svenskt tað einasta almenna málið. Sámiskt er almenna málið í fýra kommunum: Enontekiö, Inari, Utsjok og í tí norðara partinum av Sodankylä.

Sámar, romafólkið og aðrir bólkar hava rætt til at varðveita og menna sítt mál og sína mentan. Rætturin til at nýta teknmálið er lógarfestur í finsku mállógini.

Leinki

Norðurlandamál við rótum og fótum
http://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:700884/FULLTEXT01.pdf

http://www.norden.org/da/fakta-om-norden/sprog