Málslig ráðgeving
26.11.2026

Hen/hán – kynsneutrala fornavnið

Tíðirnar broytast, og tað eigur at endurspeglast í málinum – eisini okkara føroyska máli.

Í Svøríki hava tey havt kynsneutrala fornavnið ”hen” síðan 2015, tá orðið kom í svensku orðabókina (Svenska Akademiens Ordlista). Íblásturin kom úr Finnlandi, har tey hava orðið hän, sum er bæði kvennkyn og kallkyn. Hen er eisini komið í norsku orðabókina. Og í Íslandi hava tey hán.
Hen kemur av hon og han. Og hán av hann og hún. Hán bendist: hán – hán – háni – háns – í fleirtali: þau – þau – þeim – þeirra. Hán hevur sína fyrimynd í svenska hen.

Men hvussu við í Føroyum?

Broytingar taka tíð, ofta langa tíð, áðrenn vit venja okkum við tær.
Íslendski málfrøðiprofessarin Eiríkur Rögnvaldsson hevði tað eisini soleiðis í byrjanini og segði:
“Mær dámdi ikki hán í byrjanini, tá eg hoyrdi tað. Men tað er við tí eins og øðrum; mann venur seg. Mann verður noyddur at venja seg við nýggj orð, og eg eri púra vanur við tað nú.” (mín týðing)
Og soleiðis skrivar norska Anne Birgitta Nilsen, málgranskari og professari: ”Men det er nok et sånt begrep som er egna til å skape diskusjon fremdeles. Noen synes det er en god idé, andre ikke. Og gamle vaner er ikke lette å vende. Jeg kan tenke meg at generasjonsforskjeller gjør seg gjeldende her, at for de yngre så er det ikke så farlig.”
Og um vit ikki tillaga málið til tíðina, so koma útlendsk orð beint inn í málið í staðin. Orð, sum til dømis ikki vera bend ella úttalað rætt. Eg havi longu hoyrt fleiri ung siga ”tey” úr enskum ”they” í staðin fyri eitt kynstongt persónsfornavn.

Man tíðin ikki vera komin nú, ella?
Eitt kynsneutralt persónsfornavn átti at verið í málinum. Bæði tí, at tað eru summi fólk, sum ikki kenna seg hoyra til eitt ávíst kyn, og eisini tí, at vit eiga at kunna vísa til eitt persónsfornavn uttan at hava tørv á at vísa til kynið, um vit eitt nú ikki vita kynið, m.a. tí vit ikki kenna navnasiðin, ella tí kynið er órelevant í hesum føri. Eitt hugsað dømi kundi verið: ”Yuki skrivaði grein um hatta evnið. Hen skrivar millum annað, at …”
Vit hava eitt nú broytt sjúkrasystir til sjúkrarøktarfrøðing, og landsstýrismenn til landsstýrisfólk ella landsstýriskvinnu (um tað er ein kvinna). So hetta er eisini ein partur av tí sama; at gera málið meira í samsvari við okkara tíð.
Vit hava sjálvandi hvørkikynsfornavnið tað, men eins og tey hava víst á í Íslandi, so er ikki vanligt at nýta tað til at vísa til fólk, og at tað kann kennast niðrandi. Málið skal vera inkluderandi, og vit skulu kenna okkum umfevnd av málinum og ikki umvent.
Hvussu sjálvt persónsfornavnið skal eita, tað mugu vit tó kjakast saman um, soleiðis at vit finna eitt orð, sum situr væl og passar til føroyskt orðasnið. Skuldi tað kanska verið honn ella han ella okkurt heilt annað?


Sanna Andrassdóttir Dahl, limur í Málráðnum


Myndina hevur Ingilín D. Strøm teknað

Keldur:
https://uni.hi.is//eirikur/2020/12/11/fornafnid-han/
https://www.forskning.no/kjonn-og-samfunn-sprak/bruk-av-ordet-hen-ga-mer-positive-holdninger/1366399
https://videnskab.dk/kultur-samfund/han-hun-eller-hen-brug-af-ordet-hen-resulterede-i-mere-inkluderende-holdninger/