Pinka-pinka-mini-kettlingar
Dóttirin, sum er 6 ár, segði við meg ein dagin: “Mamma, tey áttu pinka-pinka-mini-kettlingar – teir vóru so kerir.” Tílíkir forliðir sum pinka-, mini-, risa-, mega- og aðrir líknandi forliðir eru áhugaverdir, og orðingin "pinka-pinka-mini-kettlingar" sigur ikki so lítið um, hvussu vit við málinum skapa merking og nýta málsligar eindir til at lýsa okkara kenslur.
Vit kenna øll setningar sum hetta er ein stórur dagur og tað var ein stór uppliving ella kom her, lítli vinur, har orðini stórur og lítil eru annað enn objektivar metingar av stødd og vavi. Ein stór uppliving kann merkja ein góð uppliving, lítli vinur kann merkja kæri vinur og kann hinvegin eisini hava eina neiligari merking og verða nýtt og fatað sum niðrandi – alt eftir støðuni. Vit skilja, at í ávísum samanhangum býr meira enn bara fysisk stødd í orðunum. Vit lýsa ikki bara heimin við málinum, men meta eisini um hann við at leggja ávís virði í orð og málsligar eindir.
Sambært kognitivum semantikarum byggja tílíkar fluttar merkingar á upplivingina av egnum kroppi. Vit uppliva verðina ígjøgnum sansir, rørslur og at møta tingum, sum eru stór ella lítil, tung ella løtt, nær ella fjar. Eitt nú seta vit kognitivt lítil í samband við børn, og so uppstendur ein flutt merking við niðurstøðuni: børn eru lítil og børn eru ker, ergo kann lítil merkja kerur. Tá ið vit siga "mín lítla genta" ella "lítli vinur", snýr tað seg ikki longur um stødd, men um t.d. nærleika og umsorgan.
Á tann hátt hava orð og málsligar eindir sum stórur/lítil, stór-/smá-, pinka-/risa-, ið hava við stødd at gera, eisini meira løddar merkingar, sum hava at gera við viknan, nærkan, styrking, herðing, umsorgan, vanvirðing o.s.fr., og tað er við til at geva okkara støddarorðum fleiri merkingar – har hendir ein sokallað metaforisk merkingarvíðkan.
Samanborið við suðurromansku og slavisku málini hava vit í føroyskum og hinum norðurlendsku málunum ikki so nógvar endingar við minkandi og styrkjandi merkingum. Har eru tó dømi sum eitt nú eftirfestið -lingur: bók > bóklingur, ketta > kettlingur, sum hevur ein minkandi virknað, og møguliga kunnu eftirfesti sum -ni og -sta í hjartaligani og barastani flokkast undir slíka orðmyndan við styrkjandi virknaði. Harafturímóti nýta vit ofta forliðir sum strategi at styrkja orð. Vit kunnu taka lutir, sum vit sansa og uppliva á egnan kropp: grót (hart), blóð (reytt) og pinka (eitthvørt lítið) og seta tað sum forlið í grótharður, blóðreyður og pinkalítil. Styrkjandi virknaðurin sæst í tí, at vit eins væl kundu sagt sera harður, sera reyður og sera lítil. Og so gera vit annars tað viðhvørt, at vit dupultstyrkja. Vit siga: “hetta er grót-gróthart” ella “hann var blóð-blóðreyður”.
Í pinka-pinka-mini-kettlingar eru fleiri forliðir við minkandi virknaði lagdir aftur at navnorðinum umframt eftirfestið -lingur, sum hevur sama minkandi virknað (upprunaliga í øllum førum). Søguliga sæst nevniliga, og tað er galdandi fyri flestu mál, at virðismetandi orð og eindir eru óstøðug og hava lyndi at missa sín virknað við tíðini. Tí leggja vit fleiri minkandi/styrkjandi liðir afturat so hvørt, vit vilja fáa virknaðin aftur. Orð við styrkjandi eindum, sum t.d. grót-grótharður, blóð-blóðreyður, barastani og pinka-pinka-mini-kettlingur, eru dømi um hesa tilgongd. Ja, ikki bara dømi, men púra natúrligur, ótilvitaður partur av málinum, eisini hjá børnum undir skúlaaldri.
Og so er spurningurin, hvat meinti hon við pinka-pinka-mini-? Vóru kettlingarnir so ótrúliga lítlir? Ella var tað kanska líka nógv tað, at teir vóru so ótrúliga kerir? Í hasi støðuni fataði eg tað sum, at forliðirnir lýstu virðið, hon legði í kettlingarnar, heldur enn støddina á teimum.
Sonja Winthereig