Málslig ráðgeving
09.09.2026

Starvslýsing - starvsfólk til Málráðið

Vilt tú vera við til at menna málfrøðiligu uppgávurnar, sum Málráðið arbeiðir við?

Skrivstovan á Málráðnum, Málstovan, er í støðugari menning við vaksandi tali av uppgávum, tí leita vit nú eftir starvsfólki til eitt áhugavert og fjølbroytt starv á Málstovuni. Talan er um fast hálvtíðarstarv at seta skjótast gjørligt. Treytað av játtan hækkar starvsbrøkurin.

Starvsøki
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, sum fevnir um málrøkt, málmenning, normering og ráðgeving. Tú verður partur av einum virknum toymi, ið virðismetir fakligt samstarv og gott samanhald. Tínar høvuðsuppgávur fevna millum annað um at:

• arbeiða við yrkisorðum og menna økið
• luttaka á ráðstevnum og fundum uttanlands og samstarva við norðurlendsku málráðini
• vera partur av máltænastuni
• gera tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar
• miðla og samskifta vegna Málráðið
• gera málfrøðiligt kanningararbeiði eftir tørvi og samtyktum í Málráðnum

Førleikakrøv
Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið:
• hevur útbúgving frá hægri lærustovni í føroyskum máli við sera góðum kunnleika til norðurlendskt ella samsvarandi útbúgving
• hevur góðar mál- og rættskrivingarførleikar
• er proaktivur, jaligur og sær møguleikar fram um forðingar
• hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• nær ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
• hevur góðar tøkniligar førleikar

Kunnleiki til ella førleikar at seta seg inn í teknmál kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti
Talan er um hálvtíðarstarv, ið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.

Umsókn og samband
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 29. september 2026.

Tú søkir starvið her.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beinir Bergsson, formann í Málráðnum, á tel. 225522.

Um Málráðið
Málráðið varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð og hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu. Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya samstarva um skrivstovuhald og fyrisiting, tí verða størvini sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Starvsstaðurin er skrivstovan á Málráðnum. Les meira á www.malrad.fo.