Málslig ráðgeving
20.08.2026

Nýggj útgáva av Sprog i Norden tøk

Í hesi útgávu er grein eftir næstforkvinnu Málráðsins, Lenu Reinert, um mál og kyn í Føroyum, og eitt yvirlit yvir málsligar útgávur frá 2025 eftir málsliga ráðgevan á Málstovuni, Mariu Finnbogadóttur Arge.

Sprog i Norden er eitt árligt tíðarrit, sum norðurlendsku málráðini geva út í sambandi við norðurlendska málráðsfundin. Í ár er fundurin í Nuuk 17.-21. august 2026, og umboð fyri Málráðið luttaka á fundinum.

Hvørt ár inniheldur tíðarritið eitt yvirlit yvir málsligar útgávur, sum eru útgivnar í Norðurlondum árið fyri. Annaðhvørt ár inniheldur tíðarritið harumframt eisini greinar, sum byggja á fyrilestrar, sum hava verið hildnir á norðurlendska málráðsfundinum.

Í 2025 varð norðurlendskur málráðsfundurin hildin í Vejle 20.-21. mai, har ein felags ráðstevna varð hildin saman við Nordisk Forening for Leksikografi. Hesin málráðsfundur snúði seg um mál og kyn í Norðurlondum, og greinarnar í hesi útgávu hava tí sama tema.

Sprog i Norden er komið út síðani 1970 og verður sett saman av málsligum skrivarum í málráðunum í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Norra og Svøríki.

Tíðarritið er ókeypis og kann lesast her: https://tidsskrift.dk/sin/issue/view/13130