Arbeiðsbólkur við teknmáli settur
Eins og undanfarna málráð vil nýggja málráðið raðfesta arbeiðið við teknmáli. Tó hevur ráðið gjørt av at skipa arbeiðið øðrvísi í 2026.
Teknmál hoyrir undir Málráðið, og tær 100.000 krónurnar, sum eru oyramerktar til teknmál, fóru í 2025 til verkætlanina SignWiki, sum er ein talgild teknmálsorðabók.
Í 2026 verður arbeiðið skipað við einum arbeiðsbólki, sum fær somu játtan og skal fyrireika mál til Málráðið. Endamálið er at geva fólki, sum brúka teknmál, størri møguleika at ávirka arbeiðið við at menna og styrkja føroyskt teknmál.
Í arbeiðsbólkinum eru Edny Poulsen, Eyðgunn Hansen, Ásmund Reyðberg og Høgni Leitisstein.
Dentur er lagdur á javna umboðan í arbeiðsbólkinum. Øll duga teknmál, helvtin av limunum eru hoyrandi og hin helvtin deyv. Eisini er jøvn kynsumboðan tryggjað, við tveimum kvinnum og tveimum monnum.
Formaðurin í Málráðnum luttekur sum skrivari á fundunum hjá arbeiðsbólkinum.