Málslig ráðgeving
22.06.2026

Landsstýrismaðurin vitjar á Málráðnum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, var mikudagin 17. juni á vitjan á Málráðnum. Beinir Bergsson, formaður, tók ímóti.

Formaðurin, næstforkvinnan og starvsfólkini fingu høvi at greiða landsstýrismanninum frá virkseminum á Málstovuni, sum er skrivstovan hjá Málráðnum.

Málráðið hevur við Bárði fingið nýtt landsstýrisfólk og fekk høvi at heilsa upp á hann. Síðani vórðu landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara víst runt í skrivstovuhølunum, sum Málstovan hevur húsast í síðani september 2025.

Beinir Bergsson, formaður, greiddi frá uppgávum og visjónum hjá Málráðnum, m.a. um avbjóðingarnar við teknmálinum.

Málstovan fær framvegis fleiri fyrispurningar, enn hon klárar at svara, serliga um yrkisorð og orðalistar. Nýggj starvsfólk eru sett, og málfrøðiliga virksemið er spakuliga farið í gongd aftur, eftir at ymiskt hevur ligið á láni vegna manglandi arbeiðsorku.

Landsstýrismaðurin fekk ársfrágreiðingina fyri 2025 handaða – hon verður eisini tøk á heimasíðuni hjá Málráðnum í næstum.