Málslig ráðgeving
15.12.2025

Málsamfelagið velur suðuroyartunnil

Hví er suðuroyartunnil ársins orð í Føroyum? Gaman í er hetta við eini undirsjóvartunell, til Suðuroyar hesa ferð, nógv umrøtt í árinum, sum nú fer at halla. Vit kunnu kortini av røttum seta spurningin, um orðið suðuroyartunnil er áhugavert – sum orð?

Tað kann eg so siga beinanvegin, at málsligi parturin er ikki tann, ið skarar framúr í ár. Tað gjørdi hann nokk heldur ikki í 2016, 2017 og 2024, tá ið orðini, ið vald vóru til ársins orð, vóru hjúnabandslóg, fiskivinnunýskipan og langtíðarhaldføri.

Kringvarpið savnaði tá sum nú orðini inn. Tá sum nú vórðu tey viðgjørd og vald av eini dómsnevnd, ið var sett saman av samfelags- og málfrøðingum.

Tað, sum dómsnevndin metir um, er, hvussu onkur orð sermerkja seg í føroyska málsamfelagnum tað árið.

Mál og samfelag hanga óloysiliga saman. Onkur ár koma orð í umferð, ið siga málfrøðingum øgiliga nógv. Eg kann nevna ræstkjøtaburgari, har so ógviliga nógv málsligt var at tosa um. Tá kundu málfrøðingar viðgera, hvussu lýsingarorðið ræstur, navnorðið kjøt, klípið -a- og tøkuorðið burgari (frá burger) er runnið saman í eitt alføroyskt orð. Í 2018 var ársins orð hinvegin kanska ikki so áhugavert fyri samfelagsfrøðingar.

Samanumtikið, so er tað, at vit hava eitt málsamfelag, har vit hava nógv fólk, ið skjóta orðið suðuroyartunnil upp sum ársins orð, eitt orð, sum sama dag, tað var kosið, óteljandi ferðir var á lofti í Tinginum, tað, sum avger ársins orð.

Kortini vil eg eggja til, at okkurt málsliga meira spennandi orð verður í uppskoti í 2026.

Sveiggini, sum áhaldandi krevja av okkum, at vit finna nýggja javnvág, eru tey, ið halda málinum gangandi!

 

Lena Reinert