Málslig ráðgeving
29.08.2025

Málráðið gjørt samstarvsavtalu við Fróðskaparsetrið

Á samkomu í dag skrivaðu Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í Almanna- og mentamálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, undir samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Málráðið. Endamálið við avtaluni er m.a. at veita Málráðnum tryggar og góðar arbeiðs- og hølisumstøður.

F.v. Eirikur í Jákupsstovu, Beinir Bergsson, Bergur D. Hansen og Djóni Nolsøe Joensen. 
Mynd: Martin Nolsøe Simonsen, Fróðskaparsetur Føroya

Málráðið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum. Sambært lóg og siðvenju samstarvar Málráðið við Fróðskaparsetrið. Við nýggju avtaluni verður samstarvið útgreinað. Nú verður m.a. lættari at reka fyrisitingina í Málráðnum, Málstovuna, sum flytur inn í húsini í J. C. Svabos gøtu 7, har starvsfólk hjá Fróðskaparsetrinum eisini halda til. Starvsfólk á Málstovuni fáa við avtaluni fyrisitingarligan stuðul frá Fróðskaparsetrinum og tilboð um eitt nú førleikamennandi skeið ájavnt við starvsfólk á Fróðskaparsetrinum. Málráðið ræður sær sjálvum og tekur avgerðir um raðfestingar á hvørjum ári, og fíggjardeildin á Fróðskaparsetrinum ger fíggjarætlan og umsitur játtanina.

Góða og áralanga, málfrøðiliga samstarvið millum Málráðið og Fróðskaparsetrið heldur fram

Endamálið er, sum ásett í lógini, at tryggja, “at vitan og førleikar, ið eru á málsliga økinum, verða gagnnýtt til fulnar”. Við avtaluni verður ómakaleyst at samstarva um tøkni, tiltøk, ráðstevnur, høli, søvn o.s.fr.

Avtalan hevur verið leingi ávegis, og allir partar eru fegnir um, at Málráðið nú loksins kann fara til verka og savna seg um málfrøðiligar spurningar fyrst og fremst. Málstovan letur nú uppaftur. Fyrstu tíðina verða fyrispurningar svaraðir í telefon tveir dagar um vikuna, mánadag og hósdag kl. 10-12. Í næstum verður lýst eftir starvsfólki til Málstovuna.