Málslig ráðgeving
10.03.2025

Málráðið fingið nýtt landsstýrisfólk

Nú Eirikur í Jákupsstovu er vorðin mentamálaráðharri, merkir tað eisini, at Málráðið hevur fingið nýtt fólk á brúnni. Vit ynskja Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni í almanna- og mentamálum, vælkomnum og síggja fram til gott og gevandi samstarv. Samstundis takka vit Sirið Stenberg fyri hugaligt samstarv og vælvild og biðja blíðan byr, nú hon er vorðin landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.