Innbjóðing til ráðstevnu um greiðmál 27.-28. mars
Klarspråk 2025 – norðurlendsk ráðstevna á netinum 27.-28. mars 2025.
Í miðdeplinum hesa ferð er lógarmál.
Fyri almennar stovnar, felagsskapir, kommunur og fyritøkur er av størsta týdningi, at øll kunning er greið fyri móttakararnar. Serliga umráðandi er lógarmál í gerandisdegnum – sum er temað á hesum báðum døgunum við fyrilesarum úr ymsum londum. Nýt høvið at viðgera og síggja spurningar um greiðmál úr einum breiðum norðurlendskum sjónarhorni! Ráðstevnan er ókeypis og verður bara hildin á netinum.
Netverkið Greiðmál í Norðurlondum hevur skipað fyri norðurlendskum ráðstevnum um greiðmálsspurningar síðan 1998. Netverkið er sett saman av teimum fimm almennu málstovnunum í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Nýliga hevur føroyska Málráðið eisini fingið ein lim í netverkið.
Skrá, fyrilestrarhaldarar og kunning um tilmelding sært tú á netsíðuni um leinkið niðanfyri.
https://sprakinstitutet.fi/klarsprak-2025/