Málslig ráðgeving
06.11.2024

Føroyskt yrkismál og vísindamál við vitlíki

Vitlíki kann gerast týðandi týðarin fyri føroyskar studentar og eigur saman við talgilding at vera serstakt málsøki hjá landsstýrisfólki.

Fyrr í heyst stóð á heimasíðu Setursins bræv, sum týðandi samfelagsstovnar høvdu skrivað til Føroya landsstýri, við yvirskriftini "Átrokandi tørv á politiskari støðutakan um nýtslu av vitlíki" (https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/neydugt-vid-politiskari-stoedutakan-til-vitliki)
Málráðið vil við hesum gera vart við, at tað sýnir áheitanini fullan stuðul og tekur undir við, at vitlíki og talgilding verða mett sum serstakt málsøki, ið hoyrir til ávíst landsstýrisfólk. Í hesum sambandi vil Málráðið eisini vísa á týdning og tørv á vitlíki í royndini at varðveita støðuna hjá føroyskum sum samfelagsberandi máli í Føroyum. Málráðið sær fyri sær, at við vitlíki ber til at menna og styrkja føroyskt yrkis- og vísindamál, soleiðis at føroyskir studentar kunnu skriva og tosa føroyskt, tá ið teir eru til undirvísing og próvtøku á hægri námi, hóast lærari, undirvísari og próvdómari hava annað fyrstamál enn føroyskt. Vitlíki kann tí gerast týðandi týðarin, ið letur føroyskmælta studentin sleppa at búgva, albúgva og útbúgva seg á føroyskum.