23.10.2024
Spurt og svarað: Fyrstu ferð ella fyrsta ferð?
SPURNINGUR
Vit hava ein spurning um "fyrstu ferð." Kann "fyrstu" bendast, tá ið tað stendur í hvørfalli: Hetta var fyrsta ferð, vit fóru til Íslands. Ella eigur tað at verða fatað sum, at tað er leksikaliserað, so tað altíð verður sagt og skrivað "fyrstu ferð," uttan mun til, hvørjum falli "ferð" eigur at standa í?
Onnur dømi:
Var tað tí, tað var fyrstu ferð?
Hetta er fyrstu ferð í 18 ár.
SVAR
Tað bendist, tá ið tað er í hvørfalli – fyrsta ferð(in). Tá ið vit skriva fyrstu ferð, stendur tað í hvørjumfalli, tí tá stendur eitt undirskilt ’fyri’ frammanfyri: fyri fyrstu ferð.