16.09.2024
Spurt og svarað: Hví endar 'morgun' við -un og ikki -um?
SPURNINGUR
Hví endar 'morgun' við -un og ikki -um, og hví er hetta orðið eitt undantak í mun til onnur orð?
SVAR
Morgun endar við -n á føroyskum, eins og tað ger á øðrum málum, ið eru í somu ætt. Íslendskt: ‘morgunn’, danskt/norskt: ‘morgen’, svenskt: ‘morgon’. Hesi málini stava øll frá norrønum, og har endaði tað eisini við -n(n). So at morgun endar við -n og ikki -m er kanska ikki eitt undantak hóast alt.