Málslig ráðgeving
Site logo
10.05.2017

Upprunin til orðið 'tosa'

Jógvan í Lon Jacobsen, Fróðskaparsetur Føroya

Norðurlendingar snakka ella tala. Føroyingar bæði snakka og tala, men fyrst og fremst tosa teir. Her fari eg at siga nøkur orð um sagnorðið tosa í føroyskum. Her síggja vit burtur frá tí íslendska orðinum  tosa við merkingini ‘toga í, draga, baksa við’, sum hevur annan uppruna (Magnússon, 1989).

Tosa ‘tala’ er uttan iva arvorð í norðurlendskum, sí tosa og þusa (Magnússon, 1989). Vit finna tosa í orðabók J.C. Svabos (1746-1824) Dictionarium Færoense við merkingini “snakke med Støj saa mand ikke vel kan forstaa det (om flere)”. Síðst í greinini verður víst til íslendskt þusa. Undir navnorðinum toos stendur: “Snak, Snakken, megen Snak, Mumlen” (...), Havets Urolighed, Brusen eller Brænding, som høres langt borte, Buldren, Susen af Søen (...)”. Her verða tosa og tos bæði nýtt um talu og brim.

Í Færøsk Anthologi, bd. II (Hammershaimb, 1891 [1969]) hevur tosa tvær merkingar: 1. ”summe, give en summende lyd fra sig, f. eks. som maddiker”; 2. “snakke, tale”. Hesar skilmarkingar verða endurtiknar í  Føroysku-donsku orðabókini við somu raðfylgju (Jacobsen og Matras 1927-28). Í aðru útgávu av somu orðabók (1961) eru somu merkingar, men nú við “snakke, tale” sum fyrru merking. Somu raðfylgju hevur Føroysk orðabók, har fyrra merking verður lýst stílsliga ómarkað ‘siga fram (í orðum)’ (Poulsen o.fl., 1998).

Broytingin frá 1700-árunum til 1900-árini er, at tosa missir sína neiligu hjámerking og verður nú mest nýtt sum ómarkað orð fyri ‘tala’. Um aldamótið 1800-1900 verður tosa nógv nýtt í blaðnum Føringatíðindum sum ómarkað orð fyri ‘tala’ (tidarrit.fo).

Kann til stuttleika nevna, at føroysklærari mín í barna- og realskúlanum í 1960’unum og 70’unum plagdi at siga, at fólk tosa ikki, tað eru bara maðkar, sum tosa. Hetta vísir, at fólk treyðugt góðtaka málbroytingar, hóast tær kunnu vera rættiliga gamlar.

Í orðaseðlasavninum á Føroyamálsdeildini eru heimildir, sum vísa, at tosa eisini verður nýtt um onnur ljóðfyribrigdi enn talu. Dømi: “Nú tosar ketilin” ‘sjóðar, tá ið hann kókar’ ; “Í mínum barnaheimi vóru tað maðkarnir, ið tosaðu, og har var tað brimið, ið tosaði” (sbr. Svabo omanfyri); “Nú fer at tosa í honum, søgdu teir gomlu, tá ið teir bendu stokkar, sum teir smíðaðu í bát; tá skuldu teir ikki benda meir, tí annars brast”. Um navnorðið tos kunnu vit nevna hetta dømið frá Jakobi Jakobsen við hansara stavseting: ”Ta er so nógv tos (sjó) í stronginum enn (det lyder i strømmen)”.

Tá ið maðkar skríða, geva teir sjóðandi ljóð frá sær, tá ið ketilin kókar, sjóðar í honum, tá ið brimið brýtur, hoyrist suðan ella bralan, tá ið ein stokkur verður bendur, brakar í honum, og tá ið fólk tosa, framleiða tey ljóð. Frummerkingin av tosa er tí: ‘geva okkurt slag av ljóði frá sær’. Í hetlendsku orðabókini eftir Jakob Jakobsen (1928-1932 [1985]) finna vit orðið tos í merkingini: “to rustle faintly, to produce a rustling sound”.

Spurningurin er so, hví tosa fær ta ómarkaðu merkingina ‘tala’ í føroyskum? Tað stutta svarið er, at vit høvdu brúk fyri einum slíkum orði. Tað danska tøkuorðið snakka hevur verið hildið at vera ov talumálskent og tí óhóskandi á skrift, meðan tala hinvegin helst hevði ein ov hátíðarligan dám. Tí var neyðugt at finna eitt orð, sum stílsliga var ómarkað, so hví ikki taka tosa, sum hevði merkingina ‘geva ljóð frá sær’? Her er talan um puristiskt medvit, sum samstundis sigur nakað um, at tað føroyska orðið helst skuldi vera ólíkt tí danska – altso eitt slag av grannaandstøðu.

Í orðabók Svabos verður víst til íslendskt þusa, sum merkir ‘tala skjótt og nógv’. Óneyðugt er at siga, at merkingin hjá Svabo minnir nógv um ta íslendsku (sí omanfyri). Undir orðinum þusa vísir Ásgeir Blöndal Magnússon til føroyskt tosa og íslendska orðið tosa í merkingini ‘stama’, sum hevur nakað við ógreiða ljóðframseting at gera (sbr. Svabo omanfyri).

Samanumtikið kunnu vit siga, at tann søguliga gongdin er helst:  geva ljóð frá sær (sjóða, duna, brala, braka) > sussa, sjóða (neiligt um fólk, sum sussa ella tosa í holið hvørt á øðrum, sbr. Svabo) > tala (stílsliga ómarkað um fólk, sbr. Hammershaimb, 1891 Jacobsen/Matras, 1961 og Poulsen o.fl., 1998). Broytingin er sostatt frá “to produce a rustling sound “ (Jakobsen, 1932) til “siga fram í orðum” (Winther Poulsen o.fl., 1998). Orðið kjak tykist hava havt somu gongd, frá “Urolighed i Søen” > “Mundhuggerie,  Smaaskjænden, Ueenighed” (Svabo) > “orðaskifti, orðadráttur” (Poulsen o.fl. 1998).

Bókmentir:

  • Hammershaimb, V.U. 1891 [endurpr. 1969]. Færøsk Anthologi bd. II. Ordsamling og register. Udarbejdede af Jakob Jakobsen. S. L. Møllers Bogtrykkeri (Møller & Thomsen). Keypmannahavn.
  • Jacobsen, M.A. og Matras, Chr. 1927-1928. Føroysk-donsk orðabók. Felagið Varðin. Tórshavn.
  • Jacobsen, M.A. og Matras, Chr. 1961. Føroysk-donsk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.
  • Jakobsen, Jakob. 1928-1932 [1985]. An Etymological Dictionary of the Norn Language in Shetland. London, Keypmannahavn. [Shetland Folk Society. Lerwick].)
  • Magnússon, Ásgeir Blöndal. 1989. Íslensk orðsifjabók. Orðabók Háskólans. Reykjavík
  • Poulsen, Jóhan Hendrik Winther o.fl. 1998. Føroysk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.
  • Svabo, Jens Chr. 1966. Dictionarium Færoense. Færøsk-dansk-latinsk ordbog. Chr. Matras (ritstj.). Munksgaard. Keypmannahavn.