Málslig ráðgeving
Site logo
21.03.2023

Áseting um /ai/ í tøkuorðum

Á málráðsfundi í novembur 2022 samtykti Málráðið eina áseting um /ai/ í tøkuorðum.

 

Samtyktin snýr seg um, hvussu vit stava orð úr øðrum málum, ið koma inn í føroyskt. Málráðið gjørdi av at nýta ei-reglu við dupultformum eftir tídd og hevd. Hetta inniber, at nýggj tøkuorð, ið verða borin fram við /ai/ uttan mun til málføri, verða skrivað við ei. Tó kunnu orð við ai, ið longu eru í málinum, framhaldandi verða skrivað við ai.

 

Ásetingin merkir t.d., at fylgjandi orð verða skrivað við ei: beisa, feia, feira, keisari, meiarí, peila, postei, preia, sjeikur, skeilett, spei(gi)pylsa, speila, sveisa, bei, heipa (en. hype), leika (en. like), neis (en. nice), neilon, sleisa, sveipa (en. swipe), teima (en. time), veirur.

 

Ásetingin merkir eisini, at fylgjandi orð kunnu verða skrivað við antin ei ella ai: heiku/haiku, kei/kai, mei/mai og meis/mais og samureiur/samuraiur.

 

Hvørja ferð, Málráðið samtykkir málsigar ásetingar, verður tíðindabræv sent út. Til ber at skriva seg upp til málsligu tíðindabrøvini við at trýsta her.