Pálsmessa
Pálsmessudagur er sum kunnugt 25. januar. Dagurin er til minnis um umvending Paulusar. Í Ápostlasøguni, 9. kapitli, ørindini 1-19, verður m.a. greitt frá, tá ið Paulus var á veg til Damaskus fyri har at handtaka teir jødar, ið trúðu á Kristus, og fekk eina opinbering, ið sannførdi hann um, at Jesus úr Nasaret, hin krossfesti, var Messias, Kristus. 25. januar, pálsmessudagur, er til minnis um hesa hending. Í norrønum eitur dagurin, umframt pálsmessudagr, eisini snúningardagr, t.e. umvendingardagur.
Ymist er sagt og uppskrivað um pálsmessudag. Sást sólareygað so leingi pálsmessudag, at skjótførur maður fekk saðlað rossið, skuldi árið gerast fruktagott. Var pálsmessudagur ikki ljósur, gjørdist árið ringt. Lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu, 24. februar. Úr Sumba hava vit upplýsing um, at gamalt var har, at ritan skuldi koma á Sunnbiarhavið pálsmessudag. Á pálsmessu kemur súlan eisini at landi. Í Mykinesi verður dagurin eisini nevndur súludagur, og varð hann hátíðarhildin har vesturi fyrr, tí tá væntaðu tey, at súlan fór at síggjast aftur, sum hon var von á hvørjum ári. Í Mykinesi varð í eldri tíðum farið upp á gólv á pálsmessu.
Navnið Paulus er av latínskum uppruna og merkir ’tann lítli’. Við kristindóminum kom navnið til Norðurlond og broyttist her til Poul, Paul og Páll. Síðstnevnda navnasnið, Páll, er leitt av tí fornenska navnasniðinum Pāl. Í miðøld gjørdist navnið Poul saman við navninum Petur ógvuliga vanligt í Danmark. Í eini danskari bók frá o.u. ár 1430 stendur: saa wel Powel som pædher, og merkir hetta: hvør maður, øll. Í nútíðarmáli verður sagt Per og Pól. Í Føroyum gjørdist navnið Páll eisini ógvuliga vanligt, og er sama merking, ið vit hava í donskum í áðurnevnda tiltaki, ivaleyst eisini í tí føroyska tiltakinum: tað er ikki oftari enn so, at Páll fær røtur, sagt, tá ið onkur fær okkurt forkunnugt.
Sera vanligt mansnavn er Pauli, serstakliga sum seinna navn í tvínevni, t.d. Hans Pauli, Jóhannes Pauli, Símun Pauli, Tummas Pauli o.s.fr. Tað er eisini íkomið við uppkalling eftir pálsmessudegi, sum í tí danska álmanakkanum nevndist ’Pauli omvendelse’, latínskt Paulus í hvørsfalli. Fyrr vóru álmanakkarnir sum vera man danskir.
Í manntalinum 1801 búðu 5265 fólk í Føroyum, 2624 kvinnur og 2641 menn. 8 menn høvdu navnið Pauli sum seinna navn í tvínevni. Alla 19. øld vórðu fødd 23418 børn í Føroyum, 11469 gentur og 11949 dreingir. Bert tríggir dreingir bera navnið Pauli sum einnevni. Tann fyrsti er føddur í 1813, tann næsti í 1841 og tann triði í 1870. Alla 19. øld eru tað føddir 431 dreingir, sum hava navnið Pauli sum seinna navn í tvínevni.
Anfinnur Johansen