Málslig ráðgeving
Site logo
22.07.2015

Bakkalóari

Eitt sjáldsamt orð í føroyskum er bakkalóari, sum sambært føroyskari orðabók merkir 'slag, leðring(ur)' og 'kenning'. Í seðlasavninum á Føroyamálsdeildini finnast eisini sniðini bakkaluari og bakkaloari. Hvaðan man hetta heldur løgna orð so stava?

Á einum seðli í seðlasavninum verður sagt, at maður, "ið hevði verið í St. Pierre í New Foundlandi, segði, at har var alt bakkaló. So kom orðið í brúk av herming."

St. Pierre eru tvær smáoyggjar út fyri Nýfundland, har meginparturin av fólkinum tosar franskt. Franska orðið bacaliau merkir 'turkaður, saltaður toskur', og tað man vera orðið, sum føroyingurin í søguni hevur hoyrt og endurgivið sum bakkaló. Tað er skylt við spanska orðið bacalao, sum merkir 'toskur'.

Marius Staksberg