KJAFTFISKUR
Kjaftfiskur merkir ítøkiliga ein vøddi í undirkjaftinum á toskarhøvdi. Merkingin er síðan flutt til at merkja eitt slag – helst frammaná – og so ført víðari til eina flutta merking, har tað kann merkja at deila ella at fáa eina ábreiðslu, sum virkar sum eitt slag frammaná.
Eg dugi kortini ikki at gera ta niðurstøðuna, at tú verður sligin við einum fiski frammaná. Heldur tykist tað at vera so, at tað er slagið, sum fellur, har ið tað eitur kjaftfiskur á toskarhøvdinum.
Sambært Føroysku orðabók eru tveir týdningar av orðinum kjaftfiskur:
- 1. “slag á munnin, ein frammaná
- 2.. (flutt merking) ábreiðsla, (at) deila”
Føroysk orðabók gevur sostatt tvinnar merkingar: onnur merkingin er ‘eitt slag’ ella ‘tað at fáa ein frammaná’. Hin er flutt merking, og har kjaftfiskur merkir, at tú hevur fingið t.d. eina ábreiðslu. Ábreiðslan hevur her sama virknað sum eitt slag.
Hinvegin hevur Føroysk orðabók onga ítøkiliga lýsing av orðinum kjaftfiskur.
Eina ítøkiliga lýsing av orðinum fann eg í einari íslendskari orðabók, har orðið verður skrivað kjaftafiskur. Teksturin greiðir ítøkiliga frá, at talan er um vøddin í undirkjaftinum á toskarhøvdi. Sambært tekning, sum greiðir frá ymsum vøddum og beinum í einum toskarhøvdi, ber til at síggja, at vøddin er festur í undirkjaftin á toski.
Vit eru uppvand við, at kjaft sigur tú um dýrini: neyt, seyð, hund. Ein posi hevur eisini kjaft og onnur fyribrigdi við. At brúka orðið kjaftur um fólk er niðrandi. Tað kann vera orðið kjaftur ósamansett ella eisini tá kjaftur er partur í samansettum orði.
Umframt kjaftfiskur eru eisini aðrar samansetingar við orðinum kjaftur kend um alt landið og at finna í seðlasavninum á Føroyamálsdeildini. Eitt orðið er kjaftbreiður, nýtt í tiltakinum: “Sit nú, tú plagi vera so kjaftbreiður.” Pól F. er endurgivin fyri at orða seg soleiðis: “Ein dyggur kjaftbrestur fyri teir heilaleysu spekulantarnar.” (Pól F., 14. Sept., 21/5-66). Og dømini um kjaftbein eru fleiri. Her eru tvey. Tað fyrra er úr týddu skaldsøguni Bør Børson: “Halt kjaftbeinið saman á tær!” (Bør Børson, s. 104) og hitt er úr sendingini Orðabókin 1982: “Situr og mýlir kjaftbeinið.” (Orðabókin, ÚF, dømi úr Fugloy).
Eitt samheiti fyri kjaftfisk er at finna í seðlasavninum frá 1966: “Ein dyggur kjaftbrestur,” sum onkur fekk.
Onkur dømi úr seðlasavninum við orðinum kjaftfiskur vísa á, at framburðurin er:[tschaffiskur]. Tað hoyrist ikki, at fyrri liðurin er kjaftur. Ljóðligu umstøðurnar gera, at t‘ið hvørvur millum bæði f’ini.
Úr kvæðinum Jákimann kongur er eitt dømi um kjaftfisk:
Jakimann kongur “kjoffisk” fekk,
tað triðja undir vinstra oyra.
(Ják. 333, ør. 44,3. CCF, bind nr. 12, bls. 190, ør. 44.)
Dømið úr Jákimann kongi vísir, at á næstu reglu verður tilvísingin nevnd í hvørkikyni “tað triðja”. Fiskur er kallkynsorð, meðan slag er hvørkikynsorð. Sostatt er niðurstøðan tann, at orðið kjaftfiskur er nýtt í fluttari merking og merkir her tað sama sum eitt slag!
Aðrir seðlar í seðlasavninum vísa á, at kjaftfiskur hevur merkingina ‘eitt slag’. Í Leikum fagurt eftir Heðini Brú eru tvey dømi móti endanum av skaldsøguni. – Bakka-Hanus hevur tapt valið, men er kortini blivin løgtingsmaður. Vit lesa um hann, tá hann kemur aftur á skrivstovuna. Ein brævadungi liggur á borðinum, og hann hevur lisið brøvini. Tá verður greitt frá innihaldinum í brøvunum:
“Summi ynskja tillukku við, at hann er vorðin løgtingsmaður, onnur ynskja tillukku við kjaftfiskinum. – Ja, tí størri kjaftfisk man tú ongantíð hava fingið enn hetta valúrslitið, tín búrkroppur!” (Heðin Brú: Leikum fagurt, bls. 194).
Kristin Magnussen