Málslig ráðgeving
Site logo
08.05.2015

Gásamark

Gásarungar og smálomb eru játtandi tekn um várið, hóast veturin hevur ilt við at sleppa takinum. Lívsjáttandi er at eygleiða spælið hjá smáu skapningunum á bønum


Gásarsteggin hevur, meðan bøgan hevur ligið á í uml. 28-30 dagar, gingið einsamallur uttan fyri gásarhúsið og hildið eyga við, at seyður og annar ampi ikki er sloppin ov nær gásarhúsinum. Gásin er í bønum í tríggjar til fýra vikur, til ungarnir eru vorðnir nóg vaksnir til at klára seg í haganum.


Í Hovi verða gásarungarnir markaðir í fótin, áðrenn gásin fer í hagan. Skipanin við at marka gás minnir um seyðamark, men gás verður markað við eigaramarki og ikki við hagamarki. Gás verður markað í stóru fitjurnar, útfit og innfit, og eisini í tí lítlu fitini, lepa við fit (aðrastaðni: lepafit) og á báðum fótum. Markað verður við rivum og gatum og samansett við høgra og vinstra fóti. Upp í fýra rivur í eina av stóru fitjunum og upp í tvær rivur í lepa við fit. Gatini kunnu vera upp í tvey í tali í somu fit. Her eru trý dømi, sum vísa, hvussu markini kunnu verða nevnd: Tvær rivur í lepa við fit á høgra, eina rivu í útfit á báðum ella eitt gat í innfit á høgra og eitt gat í útfit á vinstra. Er gásin markað við rivu(m) í lepa við fit, verður tað markið kallað tjóvamark, tí yvirhøvur er torført at síggja, at gásin er markað, tá hon er markað í lepa við fit. Mong horvin gás í bygdini hevur verið markað við tjóvamarki.


Verður sóknast eftir, hvør eigur eina gás, sum er komin í onkra grannabygd at ganga, ber til at siga frá, hvussu nógvir fuglar síggjast. Er talan um gás úr Hovi ber til at síggja, hvør eigarin er, við at fáa fatur á einum unga. Bøgan og steggin vórðu merkt við teirra gásamarki, tá tey á sinni fóru í hagan; tí er tað markið hjá ungunum, sum sigur frá, hvør eigur.


Gásahaldið er gamalt í Suðuroynni. Í grannastevnuprotokollini fyri Hov síggjast samtyktir, sum snúgva seg um gásahald. Vit vita ikki neyvt, hvussu leingi skipanin hevur verið í Hovi. Í tingbókunum fyri 1623 og 1635 eru nakrir menn í Suðuroynni dømdir fyri at hava stolið gásarungar. Í dag hoyrir Hovshólmur til Porkeri. Í Tingbókini 1666-1677 er dómur fallin í máli um tjóvarí á Hovshólmi, har m.a. vóru stolin gásakrov úr hjallum á hólminum. Hvør hevur átt nevndu hjallar, vita vit ikki, men í vártingsprotokollini frá 1767 sæst, at hovbingar tá hava havt hjallar á Hovshólmi. Eitt nýggjari dømi um gásahald í Hovi sæst í Fredslysning, sum er undirskrivað í Porkeri hin 17. juli 1845: “...det skal ejheller være Hovsmænd tilladt at gaae om Markeskjellet ind i vores Hauge enten efter Faar, Gjæs eller Ros under en Mulct af 1 rbd. Sølv...”. Svabo (Indberetninger...1781-82) nevnir ikki Hov í sambandi við gásahald, men hann sigur, at í m.a. Sumba, Vági og Hvalba eru gæsnar avtiknar. Í Hovi vísir skipanin við gásamarki, at har hevur gásahaldið verið skipað og hevur á tann hátt yvirlivað í øldir.

 

Kristin Magnussen