Málslig ráðgeving
Site logo
06.05.2015

Orð um húð

Fólk hava húð, um tað eru vit ikki í iva, men orðini fyri tí samsvarandi hjá dýrum eru mangan trupul at halda skil á. Umframt fólk hava eisini neyt, ross, roysningur, vaksin kópur – brimil og opna – húð. Skinn, sum er húð við ull á, verður brúkt um onnur djór, eitt nú seyð, kálvar, fyl, kettur, hundar, harur, rottur, mýs og smáan kóp. Um ham á fugli hevur skinn eisini verið brúkt. Eitt nú verður skinn havt um teir størru fuglarnar, t.d. gás, dunnu, skarv, hipling, lomviga og lunda, meðan t.d. terna, rita, mási og smáir fuglar annars hava skræðu. Fiskur hevur eisini skræðu, og tað síggja vit eisini aftur í samansettum orðum sum hýsuskræða, toskaskræða og seiðaskræða. Tó verður sagt, at skøta hevur skinn. Húð á hvali nevnist hvølja.

 

At skræða eisini hálvgum skemtandi verður brúkt um húð á fólki, kenna vit dømi um, eitt nú kann verða sagt um onkran, ið er sera rak, kaldarak, at “hann skríður í skræðuni”, ella onkur kann halda fyri, at “tað sæst á skræðuni, hvørjum fólki tú ert av”.