Málslig ráðgeving
Site logo
04.11.2014

Navn á beini í hundshøvdi

Protuberantia occipitalis (externa)

Eingin kann allar dyr at goyma er gamalt sagt. Ert tú t.d. barnvaksin einastaðni, men sum mann­komin búsetist aðrastaðni, t.d. í aðrari bygd ella oyggj, gáar tú um, at t.d. onkrir siðir og skikk­ir kunnu vera øðrvísi, enn tú kennir teir úr heimbygdini. Hetta er eisini galdandi fyri mál okk­ara, tí hóast land okkara er lítið, er mál okkara so ógvuliga fjølbroytt, so tað, sum er væl kent og vanligt einastaðni, er púra fremmant og ókent aðrastaðni. Vit hava t.d. orð og mál­isk­ur, sum sermerkja einstakar bygdir og eru ókendar aðrastaðni, ja, ein máliska ella eitt orð kann vera nýtt bara í eini bygd.

Undiryvirskriftin á hesum greinarstubba er tað latínska heitið á tí spíska beininum í nakk­anum á hundi. Hetta bein hevur í hvussu er fimm ymisk nøvn ymsastaðni her á landi sam­bært orðaseðlasavninum á Føroyamálsdeildini. Í stavrað eru tey hesi við tilskilaðum bygd­um, har ið tey eru uppskrivað:

hundakúla úr Funningsfirði
nakkakúla

skammingarbein úr Skálavík

venjingarbein av Sandi og úr Hesti

vitibein úr Fuglafirði og Lamba

Úr Lamba hava vit hetta um vitibeinið frá heimildarmanni: Slært tú við nevanum niður á viti­beinið, kanst tú drepa hundin. Heimildarmaður úr Skálavík sigur eisini, at tú kanst bráðdrepa hund, um tú slært á skammingarbeinið.

Úr Fuglafirði hava vit hetta um vitibeinið frá heimildarmanni: Pápi mín, sum var seyða­maður allan mín uppvøkstur, plagdi at siga, at tá ið ein skuldi velja sær góðan hund, so skuldi ein taka niður á nakkan á hundinum. Var beinið spískt í nakkanum, so var hundurin klókur og eisini góður seyðahundur.

Veit onkur lesari okkurt annað at siga um hetta bein ella annað navn á tí, er hann vælkomin at gera vart við seg.

Anfinnur Johansen