30.10.2014
Nøkur orð um fingranøvn og annað tílíkt
Mangan hevur
ein hoyrt, at tað eitur ikki "peikifingur", men fremstifingur
á føroyskum máli. Men lítið sýnist bata. Okkara mæti málrøktarmaður, Jóhannes
av Skarði, helt einaferð fyri, at tá ið fólk var farið at fimlast í nøvnunum á
fingrunum, kundi ikki vera heilt væl statt málsliga.
Aftan á fremstafingur kemur longutong – kend er hin gamla mannfólkaítróttin at rætta tong.
Síðan er tað næstaftasti fingur, sum summi eru farin at kalla "ringfingur" eftir útlendskum. Á føroyskum hevur hann verið nevndur grøðifingur ella lekifingur. R.K. Rasmussen sigur í Gomlum føroyskum heimaráðum, at rossamergur var fyrr í tíðini væl dámdur fyri gikt og keiking. Varð hann nýttur sum smyrsl, átti hann, eins og øll onnur sløg av smyrsli, at verða rýddur á við lekifingri, grøðifingri. Aðrastaðni sigur hann, at smyrsl átti í gomlum døgum altíð at verða smurt uppá við lekifingri, grøðifingri, bæði høgra og vinstra. Vit vita navnið á kendari bóndakonu, skrivar hann, sum doyði fyri o.u. 100 árum síðan, og sum altíð nýtti lekifingur at smyrja uppá við. Nøvn sum hesi eru vit føroyingar ikki einsamallir um, men lík nøvn hevur hesin fingur á flestum skyldum málum líka aftur til latín, har tað er digitus medicus. Digitus merkir fingur, og av tí er avleitt fremmandaorðið "digital", sum sipar til tølini 0 til 9 – tá sum nú taldu tey á fingrunum. Men tað var lekifingur ella grøðifingur. Á fornnorrønum æt hann læknisfingr, og um hann stendur vakurt at lesa í gamla norska gudfrøði- og bíbliusøguritinum, ið gongur undir navninum Stjórn: "segði hann, at fyri ta skynsemi skuldi gull (t.e. fingurgull ella gullringur) berast á hinum fjórða fingri, honum sum eitur læknafingur, næstur hinum minsta, honum til skreyts og fagurleika, tí at hann var mætari og tignarligari enn allir hinir av tí, at frá honum liggur ein æðr upp í hjartað." Í týskum verki um gamla fólkatrúgv sæst, at hesin fingur millum onnur nøvn á týskum eisini eitur Herzfinger, t.e. hjartafingur, og har verður sama søga søgd sum í norrøna verkinum. Henda hugsan, at ein nerv ella æðr liggur úr hesum fingri upp í hjartað hevur gamlar røtur, er eitt nú nevnd hjá rómverska høvundinum Pliniusi, ið livdi í 1. øld eftir føðing Krists.
Aftastur kemur so lítlifingur, sum í Suðuroy eisini ber navnið aftastifingur.
Fyri seg sjálvan stendur tummilin, eisini nevndur tummilfingur. Tað orðið skal vera komið av indoevropiskari rót, ið merkir ‘bólgnaður ella tjúkkur’, upprunamerkingin er sostatt 'tjúkkur fingur'. Av somu rót er eisini orðið tjógv, vilja teir lærdu vera við. Av orðinum tummil er leitt tummi, gamalt longdarmát, sum nú neyvan verður nýtt um annað enn seym og við.
Á hvørjum fingri er ein naglur, sum er heldur sjáldsamt orð til bending. Í fleirtali eitur tað negl og hevur tá skift um kyn, er tá kvennkynsorð, sum tað í eintali er kallkyns. Hetta hevur tókt summum ov fløkt, og tí er seinni uppkomin kvennkynsorðið negl í eintali, neglir í fleirtali. Hvussu nýtslan og útbreiðslan er, vita vit lítið og einki um. Valla munnu tey vera mong, ið longur siga nøglum í hvørjumfalli fleirtali, heldur man tað nú vera neglum hjá flestum. Ella hvussu? Eitt orðið kemur til hugs í hesum sambandi, og tað er nornaspor, sum vit kenna frá Svabo. Nornaspor eru hesir hvítu blettirnir, sum við hvørt síggjast á neglunum, fleiri og færri. Ymist verður sagt um hesar blettir. Summi siga, at teir týða vinir og óvinir. So nógvar tú hevur á høgru hond, hevur tú vinir og á vinstru óvinir. Orðið nornaspor hava vit ikki funnið aftur í livandi máli, einasta, ið ber á tað borðið, er orðið nornablettur, sum einaferð er skrivað upp eftir fuglfirðingi. Tó er at nevna, at í Heimaráðunum hjá Eiðisdoktara stendur á bls. 89: "So nógv nornaspor, sum eru á neglunum á høgru hond, so nógvir vinir", verður sagt. So hann man helst hava orðið av manna munni.
Á hondini eru lógvi og handarbak. Lógvi kemur av fornari orðrót, ið merkir eitthvørt ‘flatt ella breitt’. Úr kvæðinum minnast vit, at Elinborg dregur upp á seg glógva. Glógvi er gamalt navn á ‘handska’ og er tað vanliga enska orðið, glove. Í tí fjalist orðið lógvi. G’ið framman á orðinum er leivd av einum, vit kalla forfesti ella forskoyti – "prefix", ið merkir okkurt við felagsskapi ella samveru, svarar trúliga til latínsku forfestini co- og con-. Glógvi merkir so upprunaliga tað, ið næst lógvanum er. Á sama hátt hevur orðið granni í sær orðið rann, sum er gamalt orð, ið merkir hús. Vit kenna tað úr kvæðunum: álvarann, í tí risans ranni. Eisini er tað fyrri liður í orðinum rannsaka at ‘leita um alt húsið’, men merkir nú at ‘kanna gjølla’. Orðið húsarannsókn er so statt eitt "tvítøki", søguliga sæð. Grannar eru tá upprunaliga teir, ið eru saman í ranni, t.e. ‘húsi’.
Orðið hond verður nú vanliga nýtt um tað, sum er framman fyri skøvningin, men fyrr kundi tað eisini verða sagt um allan armin, eins og fótur kundi vera alt beinið. Enn anir eitt sindur eftir av hesi gomlu merking í livandi máli, tá ið vit siga undir hondini um krókin millum arm og bul, eisini sagt handarkulla ella handarkota. Annars kemur orðið hond fyri í hópinum av orðasambondum og er ein stór og fjølbroytt grein í orðabókini. Orðið hond eru øll germonsk mál saman um, men tað er ikki til í øðrum indoevropiskum málum. Á latíni eitur tað manus, sum vit kenna sum part í fremmandaorðum sum "manual" ‘handbók’ og "manuskript" ‘handrit’, og á grikskum keir, sum er fyrri liður í orðinum "kiropraktik".